Fótbóltslagið er gott í Svøríki í dag. Einasta norðurlendska brøðratjóð okkara, sum var í hattinum, tá ið tað á middegi varð drigið um, hvussu tey sekstan í EM endaspælinum skuldu bólkast, var Svøríki.
Sviar siga seg vera væl nøgdar við lutakastið. Í bólki D saman við Svøríki eru Grikkaland, sum vann EM í 2004, Spania og Russland.
Dynamittbólkurin fram um hinar er bólkur C. Í honum eru Holland, Italia sum er heimsmeistari, Rumenia og Frakland, sum er varaheimsmeistari. Merkisvert er tað, at Rumenia og Frakland eru í bólki saman. Hesar báðar fótbóltstjóðirnar eru í sama HM undankappingarbólki sum Føroyar.
Í bólki B eru Eysturríki, Kroatia, Týskland og Pólland. Í bólki A eru Sveis, Tjekkia, Portugal og Turkaland.
Sjøtil verður settur á 13. EM endaspælið leygardagin 7. juni. Tá hittast Tjekkia og Sveis á St. Jakob-Park í Basel.