Týsku vikubløðini gera ofta nógv burtur úr teimum evropeisku kongshúsunum, og mangan er sannleiksvirðið lítið í tí, sum skrivað verður. Eitt nú hava norska og svenska kongshúsið staðið fyri skotum fleiri ferðir, og nú vil Carl Gustaf kongur ikki finna seg í hesum longur.
Aftonbladet skrivar, at kongur hevur sett ein sakførara at kanna, um grundarlag er fyri at stevna teimum týsku vikubløðunum. Kongur hevur valt sær sakføraran Matthias Pirnz, sum millum annað hevur umboðað fúrstahúsið í Monaco í ymsum viðurskiftum. Fyribils skal sakførarin hava fingið 40 greinar um teimum týsku bløðunum, og hann skal nú kanna, um nakað er í teimum, sum gevur grundarlag fyri at stevna.
Ein av teimum týsku blaðstjórunum sigur við Aftonbladet, at bæði hansara blað og onnur bløð fyrireika seg, og tey hava tí fingið sær sakførarar, sum skulu svara einari møguligari svenskari stevning.