? Sjónvapsgjaldið er ikki hækkað í 11 ár. Tískil seta vit spurningin, um tað ikki er tíð uppá at hækka hetta gjaldið nú.
Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, vísir á, at trupult verður at fáa SvF at koyra framyvir, um fleiri pengar ikki verða til taks at gera sjónvarp fyri. Hann vísir á, at allir almennir stovnar hava fingið endurgjald frá landsstýrinum fyri lønarhækkingarnar í vár, men at sjónvarpið einki hevur fingið, tí tað ikki er á fíggjarlógini. Men tó skal sjónvarpið rinda eins nógv fyri lønarhækkingina, sum aðrir almennir stovnar á fíggjarlógini.
? Eg eri ógvuliga bangin fyri, at sjónvarpið fer at stagnera, fáa vit ikki meira pening. Tí skjóta vit upp at hækka sjónvarpsgjaldið.
Spurningurin til sjónvarpsstjóran er so, um tað kann vera rætt, at SvF sleppur at vera skattamyndugleiki, ið krevur sjónvarpsgjald frá øllum borgarum landsins, ið eiga sjónvarpstól.
Men sjónvarpssjótin heldur ikki, at nakað er galið við hesum. Hann vísir á, at hann hvønn dag gjøgnum skattin gleðiliga rindar pening til Vaktar- & Bjargingartænastuna, sum hann tó aldri brúkar, meðan tað bert eru tey, ið eiga sjónvarpstól, ið skulu rinda sjónvarpsgjald.
Tróndur Djurhuus sigur, at hann væl kundi hugsa sær, at sjónvarpið kom á fíggjarlógini, men sigur seg tó ikki trúgva uppá, at hetta fer at henda. Hann heldur, at politikarar duga ikki at skilja, hvussu dýrt tað er at gera sjónvarp, og tí er eingin áhugi fyri at veita sjónvarpinum meira pening.