SvF um dystin Danmark ? Frakland: Kundu bara bíða

Tá tann spennandi dysturin millum Danmark og Frakland í gjár var komin í helvt varð skíggin hjá teimum, sum hugdu eftir Sjónvarpi Føroya svartur. Hyggjararnir fingu at vita, at sjónvarpið hevði mist sambandið, og arbeitt varð við at fáa hetta í rætt lag

Í øllum HM-meldrinum í hesum døgum, sita tey, ið hava áhuga fyri fótbólti, mestsum klistrað til sjónvarpsskíggjan frá árla á morgni til síðla á kvøldi. Og hjá teimum, sum ikki hava parabol, hendi tað ræðuligasta, ið henda kundi mitt undir einum spennandi HM-dysti í gjár, týsdagin. Tá fyrri hálvleikur millum Danmark og Frakland var liðugur, misti Sjónvarp Føroya sambandið, og tí varð skíggin svartur, og allan seinna hálvleik varð hann verðandi svartur. Sambandið kom ikki aftur, og tí mistu allir Sjónvarp Føroya hyggjarar allan seinna hálvleik av dystinum.
? Tað hongur soleiðis saman, at vit hava loyvi frá TV2 um at senda dystirnar frá teimum, og hesar dystirnar móttaka vit ígjøgnum sattelittin hjá norska Tele Nor, greiðir Jónheðin Tróndheim, tøknileiðari á sjónvarpinum frá.
TV2 sendir dystirnar beinleiðis til Føroya ígjøgnum norska Tele Nor, og er hetta eitt vanligt antennusignal, sum Tele Nor síðani sendir víðari ígjøgnum satelitt. Tá sambandið millum Danmark og Noreg fer, er tað onki, sum menninir í Noreg fáa gjørt, og í Føroyum er eins eiðasørt.
? Slíkt er ógvuliga keðiligt, sigur Jónheðin Tróndheim. ? Tað er minst líka keðiligt hjá okkum, sum hjá hyggjarunum, men vit fingu ikki gjørt annað enn at sita og bíða.
Møguleiki er altíð fyri at fáa signalið beinleiðis, men tað kostar eina heila sjónvarpsstøð, sum tøknileiðarin tekur til.
? Ein annar møguleiki er so, at leita ólógliga og senda við piratkorti, men sovorðið ger man bara ikki. Um nakað tílíkt hevði verið uppdagað, hevði verið spinnandi galið. Reglurnar eru ógvuliga strangar hesum viðvíkjandi, sigur Jónheðin.
Á middegi í gjár var ikki greitt um dysturin millum Danmark og Frakland skuldi sendast seinni um kvøldið. Teir dystirnir, ið verða sendir um kvøldið, eru teir, ið sjónvarpið bandar frá TV2, og tá onki er komið á band, ber illa til at senda. Men tøknileiðarin segði, at møguleiki er fyri at banda dystin frá DR, sum skuldi senda dystin klokkan 15 seinnapartin, og síðani vísa hann aftur um kvøldið í Føroyum. So tá blaðið fór til prentingar bar illa til at siga, um tey, ið bara síggja SvF, sleppa at síggja sigurin hjá Danmark yvir Fraklandi í HM endaspælinum.