Fótbóltur
Eftir at hava havt ein lítlan steðg í ítróttasendingum sínum, fer Sjónvarp Føroya nú aftur undir at senda føroyskan fótbólt sunnukvøld.
- Vit hava biðið um loyvi frá Fótbóltssambandinum at senda frá seinastu umførunum, og tað sær ikki út til, at tey hava nakað ímóti hesum, so vit fara væntandi at senda frá seinastu umførunum í landskappingini.
Soleiðis sigur Øssur Winthereig, tíðindaleiðari í SvF, tá vit týsmorgunin spurdu hann, um hald var í tíðindunum um, at SvF nú aftur fer at senda frá heimligu fótbóltslandskappingini.
Minst tríggjar dystir
Einki er at ivast í, at hetta eru góð tíðindi hjá fótbóltshugaðum føroyingum. Sjónvarpið hevur áður havt slíkar sendingar, men í fjør var talan bert um eina sending frá seinasta umfarinum í landskappingini, tá VB varð meistari. Fleiri ítróttaráhugað hava verið ikki sørt ørg inná, at hesin tátturin soleiðis hevur verið spardur burtur, men nú fáa hesi so aftur eitt høvi at fegnast.
Øssur greiðir frá, at Sjónvarpið ætlar at senda myndir frá seinastu trimum umførunum í landskappingini, og at sent verður um níggju tíðina á kvøldi, sama dag sum dystirnir verða leiktir.
- Fyrst og fremst ætla vit at satsa upp á dystirnar í fyrstu deild hjá monnum, har vit ætla at senda frá í hvussu so er trimum dystum, og so vóna vit eisini at fáa okkurt við frá seinastu dystunum í aðru deild hjá monnum og fyrstu deild hjá kvinnum.
Vertur í sendingunum verður Leivur Hansen, og umframt at brot verða víst frá í øllum førum trimum dystum, verða stigatalvur og úrslit eisini at síggja.