Sjónvarpið fer at senda beinleiðis frá landsdystinum millum Skotland og Føroyar leygardagin. Dysturin verður spældur á Celtic Park í Glagsgow klokkan 15.00, og Sjónvarpið fer í lutftina 10 minuttir áðrenn klokkan trý.
Høgni í Jákupsstovu verður frásøgumaður, og við sær hevur hann eisini viðmerkjaran Eli Hentze.