SVF og ÚF í sama posa

Løgtingsmaður Fólkafloksins, Jákup Mikkelsen, fer í nærmastu framtíð at senda Annitu á Fríðriksmørk í Mentamálaráðnum skrivliga áheitan at umhugsa samanlegging av Sjónvarpi og Útvarpi Føroya. ? Bæði fíggjarliga og viðvíkjandi fjølmiðlagóðskuni eru stórir fyrimunir við eini samanlegging, sigur Jákup Mikkelsen, sum eisini vónar at fáa politiska undirtøku fyri einum ítøkiligum uppskotið um samanlegging av ÚF og SVF

- Í einum so lítlum samfelagið sum okkara kann tað ikki vera rætt, at tveir so stórir og kostnaðarmiklir stovnar dagliga kappast um tíðindi, og tað hevði verið bæði bíligari og kvalitativt betri við eini samanlegging av ÚF og SVF.
Hetta sigur tingmaður Fólkafloksins í Norðoyggjum, Jákup Mikkelsen,
sum í næstum fer at senda nýklakta mentamálaráðharranum Annitu á Fríðriksmørk skrivliga áheitan um samanlegging av stóru fjølmiðlastovnunum.
Jákup Mikkelsen vísir á, at í búskaparligu niðurgongutíðunum og sparingunum á fíggjarlógini, sum skjótt skal í tingið, er samanlegging av hesum báðum fjølmiðlastovnunum ein ítøkilig rationalisering.
Enn er ikki greitt, í hvussu stóran mun henda hugsan verður realiserað, og um talan yvirhøvur gerst um eitt ítøkiligt uppskot, men hetta er í øllum førum endamálið hjá Jákupi Mikkelsen, sum hevur reist málið ymsastaðni.

Ov vánaligur tíðindaflutningur
Jákup Mikkelsen vísir á, at talan tó er um meiri enn bert ein fyrimun við hesi ætlan.
- Fyrst og fremst er talan sjálvsagt um sparingar við t.d. einum leiðslubygnaði og og færri fólki í arbeiði, men fjølmiðlagóðskan hevði avgjørt eisini hækkað undir einum felags stovni, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann vísir á, at undir einum sjálvstøðugum stovni hevði ein samanseting av bestu journalistunum í sjónvarpinum og útvarpinum hækka støði í føroyska fjølmiðlaheiminum.
- Í løtuni hækkar góðskan í SVF ikki í samsvar við vaksandi útreiðslurnar, stovnurin nýtir, og umframt fíggjarliga sjónarhornið er áheitanin eisini við støði í kvalitetinum á tíðindaflutningi, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann vísir á, at ein samanlegging á henda hátt hevði verið betri, effektivari og bíligari fyri lítla samfelag okkara, sum als ikki nýtist tveir stórar og kostnaðarmiklar stovnar, sum hvønn dag kappast um, hvør er fyrstur við tíðindum.

Arbeiðir fyri parlamentariskum meiriluta
Umframt skrivið til Annitu á Fríðriksmørk hevur Jákup Mikkelsen reist spurningin bæði í Mentanarnevndini og Tingbólki Fólkafloksins, og hóast uppskotið ikki tóktist vinna frama í bræði, er hann bjartskygdur.
- Slíkt skal altíð fyrst upp at venda og tekur sína tíð hjá viðkomandi persónum at umhugsa, men eftir at hava reist málið ymsastaðni bæði sum sparingsætlan og sum hátt at hækka fjølmiðlastøðið vóni eg at fáa undirtøku, sigur Jákup Mikkelsen.
Sjálvur metir hann seg skula hava fleiri við sær, áðrenn eitt ítøkiligt uppskot kann leggjast fyri tingið, og ætlar tingmaður Fólkafloksins at arbeiða fyri parlamentariskum meiriluta fyri samanlegging av stóru og kostnaðarmiklu stovnunum, Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya.
- Sum mentamálaráðharri er Annita á Fríðriksmørk sjálvsagt ein lyklapersónur í hesi gongd, og mín vón er, at hon tekur undir við áheitanini at umhugsa ætlanina, so aðrir politikarar eisini taka við og talan kann gerast um eitt uppskot, leggur Jákup Mikkelsen dent á.
Tíverri varð ikki gjørligt at fáa viðmerking frá mentamálaráharranum Annitu á Fríðriksmørk áðrenn evstamark á blaðnum, men vónandi hava vit eina viðmerking frá henni skjótast gjørligt um ætlanina at leggja saman ÚF og SVF.