SVF kreppan heldur fram

Enn er púra óvist um starvsfólkini í Sjónvarp Føroya fáa løn hendan mánan

Enn er púra óvist um starvsfólkini í Sjónvarp Føroya fáa løn hendan mánan. Støðan sær rættuliga vónleys út í løtuni. Løgtingsins Fíggjarnevnd hevur víst umsóknina frá Signar á Brúnni, landsstýrismanni um eina eykajáttan upp á 1,6 millión aftur. Nú verður umsóknin løgd fyri tingið og tá endar hon aftur í fíggjarnevndini til støðutakan.

Í gjár var landsstýrismaðurin á kreppufundi í mentunnar og undirvísingarmálastýrinum og einki var avgjørt áðrenn blaðið fór til prentingar. Leitað verður við lykt eftir peningi.

Danska sjónvarpsstøðin TV2 var í fíggjarligur trupulleikum fyrr í ár. Har endaði málið við hópuppsagnum. Enn hevur ikki ljóðað frá uppsagnum í SvF.