Sjónvarp Føroya og týska stórfyritøkan UFA Sports hava gjørt eina avtalu, sum m.a. fevnir um allar EM-undandystirnar hjá føroyska A-landsliðnum.
Avtalan fevnir um heimadystirnar móti Kekkia í ár og móti Skotlandi, Bosnia Herzegovina, Estlandi og Litavia næsta ár og um útidystirnar móti Litavia og Skotlandi í ár og Kekkia næsta ár umframt teir báðar útidystirnar, sum Føroyar longu hava spælt móti Estlandi og Bosnia Herzegovina.
Størsta broytingin í nýggju avtaluni í mun til tær undanfarnu, er at SvF nú hevur keypt rættin at senda allar dystirnar hjá A-landsliðnum - heima sum úti - beinleiðis. Sjónvarpið fær eisini fleiri rættindi í sambandi við føroyskan fótbólt yvirhøvur.
Avtalan ber í sær, at Sjónvarp Føroya skal rinda týsku fyritøkuni eina størri peningaupphædd enn áður, og SvF bindur seg harafturat til at gera nakrar ávísar sendingar í sambandi við føroyskan fótbólt. Sjónvarp Føroya og Fótbóltssambandið eru farin at tosa um, hvussu hetta skal gerast.
Sjónvarp Føroya sendir sostatt heimadystin móti Kekkia á Svangaskarði sunnudagin 6. september beinleiðis.