SvF fyri tingið síðst í mánaðinum

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, í eini viðmerking til støðuna hjá SvF. Eykajáttanarskjalið liggur í Fíggjarmálastýrinum, og verður helst lagt fyri tingið tá tað kemur saman aftur seinni í mánaðinum

Hóast Karsten Hansen situr á landskassanum, og meiri ella minni ger av hvat fer úr kassanum, og hvat fer í hann, so er hann ikki heilt greiður yvir hvussu málið um gjaldføristrupulleikarnar hjá SvF eru loystir.

Karsten Hansen veit, at peningurin er goldin teimum, sum áttu hann á, men hvussu útgjaldingin er fingin í lag, er hann ikki rættiliga greiður yvir.

? SvF hevði gjaldføristrupulleikar og tá stovnurin ikki kundi loysa teir sjálvur, so mátti landskassin taka yvir, tí í síðsta enda var tað landskassin, sum átti trupulleikarnar, sigur Karsten Hansen.

Fíggjarmálaráðharrin vísir á, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið gjørdi tað sum rætt var, tá teir heittu á fíggjarnevndina um at veita SvF eina eykajáttan, men sum flest øllum kunnugt, so vísti fíggjarnevndin umsóknini frá sær, og fíggjarmálaráðharrin hevur ilt við at skilja hví.

? Eg haldi tað vera sera løgnan framferðarhátt. Nevndin segði í úrskurði sínum, at teir mettu ikki trupulleikan vera so átrokandi, at tað ikki kundi bíða til tingið kom saman aftur. Hetta hevði merkt, at fólkið í SvF ikki fekk løn, og at altjóða avtalurnar hjá SvF vóru misrøktar, og eftir míni meting er hetta sera átrokandi orsøkir til at viðgera eitt mál, sigur Karsten Hansen.


Onnur loysn funnin

Tá fíggjarnevndin nú ikki vildi viðgera málið, so var neyðugt at finna eina aðra loysn, sum so í fyrsta umfari skuldi vera fyribils.

? Signar á Brúnni fekk at vita, at onnur loysn mátti finnast, og hana hevur hann funnið, sigur Karsten Hansen.

Landstýrismaðurin hevur latið SvF peningin av avlopsgjaldføri landskassans, er tað ein loysn, sum tú kanst góðtaka?

? Landsstýrismaðurin hevur heimild til at biðja gjaldstovuna gjalda út peningin, sigur Karsten Hansen.

Men hann hevur onga játtan til peningin.

? Nei. Tað hevur hann ikki. Ikki enn í hvussu er, sigur Karsten Hansen.

Men er tað so rætt at gera so?

? Sum eg segði, so »átti« landskassin trupulleikan, og hann skuldi loysast. Hetta er ein fyribilsloysn, sum ikki er eitt eindømi, so sambært tí er hon í lagi, sigur Karsten Hansen.

Hann vísir á, at Gjaldstovan ikki kann gjalda út pening uttan at landsstýrismaðurin á málsøkinum hevur váttað gjaldsumbønini, og alt hetta er í lagið í hesum førum hevur hann skilt.


Fyri tingið

seinni í mánaðinum

Men tá tingið ikki hevur viðgjørt eykajáttanaruppskotið og tá fíggjarnevndin hevur avvíst málið, er so ikki talan um eitt lán?

? Nei tað vil eg ikki kalla tað. Hetta er ein fyribilsloysn. Málið um eykajáttan verður lagt fyri tingið tá tingið kemur saman aftur seinni í hesum mánaðinum, og tá vænti eg, at vit hava eina endaliga loysn, sigur Karsten Hansen.

Hvør tann loysnin verður, ber sjálvandi ikki til at siga í verandi løtu. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum sigur, at eftir hansara meting er frægasta loysnin, at SvF sleppur at avdraga peningin aftur til landskassan.

? Tað er í grundini tað, sum SvF hevur biðið um. Stovnurin ætlar sær ikki at renna undan ábyrgd, og tað haldi eg ljóðar skilagott. Tí er tað frægasta nokk at lata stovnin sleppa at avdraga peningin yvir eitt tíðarskeið, sigur Karsten Hansen at enda.