SvF fingið sendiloyvi frá FSF

Fótbóltur: SvF hevur fingið loyvið frá FSF at senda ensku steypafinaluna, sum verður leygardag

Í síðstu viku fingu vit eitt tíðindaskriv, har Fótbóltssambandið boðaði frá, at Sjónvarp Føroya hevði fingið loyvi til at senda frá tí, sum var eftir av ensku Premier umframt frá FA Cup finaluni millum Manchester United og Newcastle, sum verður leygardagin 22. mai klokkan 15.00 á Wembley.

Premier League er sum kunnugt liðug, men enn restar FA Cup finalan, sum SvF hevur sent beinleiðis tey seinastu árini og altso eisini fer at gera í ár.