Sverri Steinhólm prædikar í Havnar kirkju

Í dag, annan sunnudag eftir páskir, prædikar Sverri Steinhólm, prestur, í Havnar kirkju klokkan 11

Umframt at vera sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, er Sverri Steinhólm eisini sjúkrahúsprestur og fongsulsprestur.

Kringvarpið sendir gudstænasturnar beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi

Gudstænastan í sjónvarpinum verður endursend klokkan 16.

Christianskirkjan hevur eisini andakt á teirra facebooksíðu.

Nakrar aðrar kirkjur stroyma eisini gudstænastur á netinum. Millum aðrar Fríðrikskirkjan og Hósvíkar kirkja. Aðrir prestar hava andaktir, sum teir leggja út.

Tað eru eisini fleiri fríkirkjur, ið stroyma møti, ungdómsmøti ella sunnudagsskúla, millum aðrar Ebenezer, Betesda, Hebron, Lívdin, Siloa, Elim, Keldan, Oasan og fleiri onnur.

Nøkur missiónshús stroyma eisini á netinum. Millum onnur missiónshúsið Tabor á Toftum, KFUM&K í Klaksvík, Emmaus í Klaksvík, Starabúrið, meinigheitshúsið í Sandavági, Libanon í Sørvági og trubodin.fo.

Á spirar.fo er sunnudagsskúli á netinum.

Lindin og Iktus senda eisini møtir, bíbliuundirvísing og aðrar kristiligar sendigar.