Føroyski rógvarin Sverri Nielsen, sum rør á danska landsliðnum, er í hesum døgum í bulgarska býnum Plovdiva, har HM kappingin í rógving verður hildin.
Ikki kann sigast annað enn at tað gongur væl hjá honum, tí um eina løtu skal hann rógva semifinalu. Um tað eydnast honum at enda millum tríggjar teir fremstu í semifinaluni, tryggjar hann sær eitt pláss í HM A-finaluni.
Sverri Nielsen vann sær pláss í semifinaluni fyri trimum døgum síðan, tá hann endaði nummar tvey í fjórðingsfinaluni aftanfyri týskaran Oliver Zeidler.
Sambært heimasíðuni hjá danska rógvisambandinum, so metir Thomas Poulsen, venjari hjá Sverri Nielsen, at spenningur verður um finaluplássini. Hann metir at kappingin um tey seks finaluplássini er millum átta rógvarar.
Sverri Nielsen hevur síðani 2011 verði partur av Team Danmark, og hevur róð í einskullara fyri Danmark. Hann er uppvaksin í Miðvági, og hevur róð føroyskan kappróður og innandura róður.