Sokkin
30 tonsarin Sverri hevur leingi ligið við bryggju í deksbátahavnini í Oyrunum á Toftum. Báturin, ið er skrásettur sum stuttleikabátur, hevur einki fiskiloyvi, men sum skilst hevur ætlanin verið at rikið gágguveiði við honum.
Í vikuskiftinum lá báturin tungur í sjónum, og um 15-tíðina sunnudagin sendi útgerðarmaðurin, sum er Sørin Svenning Danielsen, boð eftir Skálafjarðar Sløkkiliði, sum byrjaði at pumpa sjógv upp úr Sverra.
Tá ið sløkkiliðið hevði fingið nakað av sjógvi upp úr bátinum, legði hann seg í bakborð, og eina løtu sunnukvøldið helt Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður, at ikki var ráðiligt at fara umborð og leggja pumpurnar betur, tí vandi var fyri, at báturin kundi koppa.
Skjótt funnu menn kortini út av, hvussu teir best kundu bera seg at, og eftir at pumpurnar vóru lagdar betri, minkaði sjógvurin skjótt í Sverra.
Sunleif Højgaard sigur, at klokkan var farin nakað av 20, tá ið báturin fleyt aftur.
- Tá ið vit fingu pumpurnar upp á pláss, og soleiðis kundu seta meira ferð á, gekk skjótt at fáa sjógvin úr bátinum. Samstundis, sum vit pumpaðu, noyddust vit eisini at tetta dekkið, tí sjógvur lak niður, sigur hann.
Sørin Svenning Danielsen, útgerðarmaður hjá Sverra, var eisini á bryggjuni, tá ið vit vóru fram við sunnukvøldið.
Útgerðarmaðurin segði seg ikki vera greiðan yvir, hví báturin, sum ikki hevur likið nakað av týdningi, var sokkin eftir lutfalsliga so stuttari tíð.
- Vit fara at royna at finna út av, hvat er hent, tá ið hann er komin uppaftur at flóta, segði hann.
Sverri er bygdur í Holbæk í Danmark í 1947 úr eik og bók. Hann er 15,39 metrar langur, 4,88 metrar breiður og er merktur 32,47 brt.
Maskinan er ein grenaa diesel (1986), 170 hk.
Sunleiv Højgaard sigur, at tá ið boð verða send eftir sløkkiliðnum undir slíkum umstøðum, kenna teir tað sum sína skyldu at taka um endan.
- Og tá kann tað sum so vera líka mikið, um ein bátur er tryggjaður ella ikki, leggur hann aftrat.
Sum skilst, var Sverri ikki tryggjaður, nú hann sakk við bryggjuna.