Føroya fremsti rógvari, miðvingurin Sverri Nielsen, skal í dag rógva í evropiska meistaraskapinum í rógving, ið er í Poznan í Póllandi hetta vikuskifti.
Sverri rør í einum sonevndum single sculler. Innleiðandi umførini eru á skránni í dag og single sculler kappingin byrjar klokkan 11.00. Sverri Nielsen rør í fjórða riðli, sum eftir ætlan byrjar klokkan 11.15.
Til ber at fylgja kappingini við at trýsta her.
Í fjør gjørdist Sverri Nielsen nummar 17 í HM í Niðurlondum. Hann hevði vónað at vinna seg í finaluna, men gjørdist og stuttur í kvartfinaluni.
Stóra málið hjá Sverra Nielsen er annars at vinna eina OL-grein.
Sverri Nielsen gjørdist annars heimsmeistari í inniróðri í 2011.