Miðvingur Sverri Nielsen fyrireikar seg til DM í innandurarógving, sum verður 31. januar. Og sigast má at tað gongur væl.
Fríggjadagin gjørdi miðvingurin ikki mætari enn at seta nýtt persónligt met á teininum 2000m. Metið hjá honum er nú 5:47,7. Spennandi verður at síggja, hvat hann klárar, tá tað veruliga telur komandi vikuskifti.
Í fjør gjørdist Sverri Nielsen nummar 17 í HM í Niðurlondum. Hann hevði vónað at vinna seg í finaluna, men gjørdist og stuttur í kvartfinaluni.
Stóra málið hjá Sverra Nielsen er annars at vinna eina OL-grein.
Sverri Nielsen gjørdist annars heimsmeistari í inniróðri í 2011.










