Rógvarin Sverri Sandberg Nielsen kemur heim frá HM í Beograd uttan heiðursmerki.
Føroyingur, ið rør undir donskum flaggi, gjørdist nummar fimm í finaluni í einkutlskullara og væl frá plássunum, sum geva heiðursmerki.
Sverri Nielsen legði annars væl frá landi, men eftir 500 metrar av teimum 2000 dragnaði millum hann og teir fremstu. Á mál var hann tíggju sekund eftir Oliver Zeidler, sum endurvann HM gullið.
Á øðrum plássi var Simon van Dorp úr Hollandi eitt sindur meira enn eitt sekund seinni, meðan Thomas Macinthos úr New Zealandi vann bronsuna.
##med2##
Sverri Nielsen vann silvur, tá hann í 2019 seinast róði í HM. Hann var síðani ein av stóru heiðursmerkjavónunum hjá Danmark til OL í Tokyo í 2021, men mátti – til sítt stóra vónbrot – lúta á fjórða plássi.
Við kvalifikatiónini til A-finaluna í Beograd tryggjaði Sverri Nielsen sær tó atgongumeri til OL næsta ár.
##med3##
Tað er einasta OL pláss, sum Danmark hevur við sær frá meistaraskapunum, sum Thor Juul Kristensen viðgongur hevur verið eitt vónbrot.
##med4##
/ritzau/














