Sverri Nielsen: Eg ætli mær at vinna OL

Sverri Nielsen er úttikin til danska rógvilandsliðið. Tað er ein liður í málinum, sum er OL

20-ára gamli miðvingurin, Sverri Sandberg Nielsen, flutti til Danmarkar fyri nøkrum árum síðani, til tess at gerast partur av danska rógvilandsliðinum.

 

Nú er hann úttikin og stendur á gáttuni til eina World Cup stevnu í Sidney tann 28.-30. mars. Men málið er ikki rokkið. Sverri Nielsen Ætlar sær nevniliga at vinna OL-gull.

 

Hoyr samrøðuna, sum Rannvá G. Fossaberg hevði við Sverra Nielsen um, hvussu nógv ein skal venja, til tess at koma á danska rógvilandsliðið.