Ein av teimum allarbestu av hesum er Sverri. Eg veit ikki, hvussu tað byrjaði, men hann er so byrjaður at koma inn á gólvið, og vit gjørdust sera væl, eins og hann gjørdist væl við hinar á skrivstovuni. Eingin var harmari enn Sverri um, at tað gekk sum tað gekk…
Sverri var eisini FF-blaðnum ein dyggur stuðul við tilfari og ráðum. Vit høvdu fleiri frásagnir hjá Sverra. Ikki minst áhugaverd var frásøgnin um ”Ananu”, sum er eitt tað størsta átak í føroyskum fiskiskapi yvirhøvur. ”Anana” var eitt stórt móðurskip til útróður í Grønlandi, og samlaða manningin var ikki færri enn 160 mans.
Sverri fór við ”Ananu” í 1936 sum messudrongur, og hann er ein av teimum fáu, sm livir eftir. Tí var tað í tøkum tíma, at henda søgan var niðurskrivað. Tá ”Anana” gavst við at fiska sama heyst og fór at sigla ”úti í verðini”, fór Sverri eisini við, og tá kom Sverri eisini víða um. Teir sigldu upp á Rusland í ringastu Stalintíðini. Síðan fóru teir sigla upp á India og komu tískil eisini at sigla gjøgnum Suezveitina.
Aftan á ”Ananu” fór Sverri at sigla við einum svenskum skipi ”Formosa”. Tá hann kom heim í feriu í 1938 og skuldi avstað aftur, var so ófriðarligt úti í heimi, at pápanum dámdi einki, at hann fór. Hann lovaði at útvega Sverra lærupláss, um hann legðist heima, og hetta gjørdist í smiðjuni hjá Askham (núverandi Gourmet/Glitnir).
Í 1943 fór Sverri at arbeiða hjá Vilhlem Nielsen, og kom hann at vera í 47 ár í hesi fyritøku við skiftandi eigarum, og sigur hetta nakað um hansara trúfesti. Hann letur eisini sera væl at teimum, sum hann arbeiddi saman við, og ikki minst Vilhelm Nielsen. Hann var annars framman fyri sína tíð. Sverri fekk at vita frá Vilhelm, at tað var ikki dámt, at fólkið roykti í arbeiðstíðini. Tá legði Sverri av!
Foreldrini hjá Sverra vóru Rakul og Mortan Mortensen. Mortan var skipari á trolaranum ”Nýggjaberg”, og var Sverri við ein túr niður at selja undir krígnum. Í 1942 varð ”Nýggjaberg” søktur av týskarum, og teir 21 mennini umborð fórust, og var Mortan ein teirra. Hetta var størsti einstaki missur av mannalívum í krígsárunum.
Í 1943 giftist Sverri við Thominu úr Vestmanna. Tey kláraðu júst ikki at hava gullbrúðleyp, og fingu tey tvey børn, Maritu og Tummas Paula. Tummas Pauli doyði fyri tveimum árum síðani. Abbabørnini eru trý og langabbabørnini eru sjey.
Sverri er ein sera fjølbroyttur maður. Hann er tekniskur snillingur, sum tað sæst á myndini. So koyrir hann framvegis motorsúklu, og hann var ein av teimum sum fór til gongu gjøgnum tunnellina úr Lorvík til Klaksvíkar, tá hon opnaði.
Hann svimur eisini hvønn morgun og hevur eisini í svimjihylinum nógvar vinir.
Sverri hevur verið sera virkin eisini á sínum eldri døgum. Hann gjørdist ein av ”Teimum fýra”, sum hevur glett fólk um landið á kristiligum møtum við teirra vakra sangi. Nú er góði vinurin Kristoffur farin, so ”Teir fýra” eru farnir í søguna. Men Sverri syngur framvegis í kristiligum kóri. Hann dylir heldur ikki fyri, at tað liggur honum nógv á hjarta at breiða gleðiboðskapin.
Tað er nógv meira, sum kann sigast unm Sverra, og sum ikki pláss er fyri i eini slíkari føðingardagsgrein. Meira um lívið hjá Sverra kann lesast á heimasíðuni:
www.fiskimannafelag.fo
Sverri er eisini ættarkærur, og ættin er stór. Tey vóru heili 12 systkin og Sverri var so seint sum í fjør við til at skipa fyri ættarstevnu fyri ættini í Danmark. Sverri hevur skrivað grein um Argjar og ættina, og sæst hon á somu heimasíðu, blað nr. 371.
Fyrst og fremst er Sverri eitt framúr positivt menniskja. Hann er bert við tí góða orðinum, og eg havi altíð følt meg betri eftir eitt prát við Sverra. Hann er samvitskufullur og vil fyri alt í verðini ikki gera nøkrum órætt, sum er ein vælsignaður eginleiki.
Góði Sverri! Eg vil fegin við hesum fáum orðum takka tær fyri alt sum vit hava havt saman. Hjartaliga tillukku við teimum 85 árunum.
Dagurin verður hildin saman við teimum nærmastu.
Óli