Sverri Midjord tikin á bóli

? Eg hevði ikki væntað at verða valdur, sigur Sverri Midjord. Bjóðar flokkurin honum landsstýrisess, tekur hann ikki av

Løgtingsvalið 2003

? Hetta hevði eg ikki væntað.
Nýggi tingmaðurin hjá javnaðarflokkinum í Suðuroynni, Sverri Midjord, varð tikin á bóli av valúrslitinum týskvøldið.
Hann sigur, at hann hevði væntað at verða nummar trý, so at hann fekk ein møguleika at koma á ting, um so var, at flokkurin kom í samgongu.
? At eg skuldi verða valdur beinleiðis, hevði eg ikki væntað, sigur hann, tí hann var ongantíð í sjónvarpinum.
Men Sverri Midjord er tiltikin at reka á val og tað viðgongur hann eisini.
?Eg reki hart og eg gangi hús úr húsi, viðgongur hann.
Hann sigur eisini, at tað hevur altíð víst seg, at tvørafólk hava staðið manniliga saman um hann og tað gjørdu tey so eisini hesuferð.
Sostatt gjørdu tey 70 ára gamla Sverra Midjord til aldursforseta í tinginum.
Hann heldur, at javnaðarflokkurin skal leggja stóran dent á fyri at sleppa í samgongu.
? Veljarin hevur givið okkum álitisváttan til at fara í samgongu, og tað álitið skulu vit ikki svíkja.
Besta samgonga, hann kundi hugsa sær, var ein stór samgonga ímillum fólkaflokkin, sambandsflokkin og javnaðarflokkin.
Men hann heldur eisini, at samgongan sum var ímillum fólkaflokkin, javnaðarflokkin og tjóðveldisflokkin, var ein sera góð samgonga.
Og afturímóti nógvum øðrum, hevur Sverri Midjord ongar trupulleikar av fortíðini hjá Anfinni Kallsberg.
-?Tað er eitt mark fyri, hvussu leingi, vit skulu vevja í fortíðini og tað skerst ikki burtur, at norðoyingar góvu honum dygga álitisváttan.
? Hann hevur fingið so dygga álitisváttan, at vit sleppa illa uttanum hann. Men letur tað seg ikki gera hjá honum at vera løgmaður ella landsstýrismaður, hevði eitt hóskandi starv hjá honum verið at verðið løgtingsformaður, tí tað er tignarligasta starv í landinum.
Hann sigur, eisini, at hann hevur ongar ætlanir um at koma í landsstýrið, so bjóðar flokkurin honum sess, tekur hann ikki av.
? Eg vil heldur verða løgtingsmaður, har eg kann arbeiða ímillum vanliga veljaran við teimum málum, sum hava týdning fyri valdømi, og at verða landsstýrismaður er nakað tekniskt fyri meg í mínum aldri, sigur Sverri Midjord.