Sverri Kass gevst sum lærari

- Vit takka honum hjartaliga fyri alt tað góða, hann hevur lagt í børnini í skúlanum.

Myndina eigur Stranda skúli.

Fríggjadagin hin 16. juni var fráfaringarsamkoma fyri læraranum, Sverra Kass. 

 

- Eftir 30 árum sum lærari í Stranda skúla, umframt fýra ár, har hann royndi ymiskt annað, hevur hann nú valt at gevast sum lærari. 

 

Í Sjóvar kommunu vita tey at siga, at Sverri Kass gjørdist útbúgvin sum lærari í 1989, og tá byrjaði hann sum lærari í Stranda skúla. 

 

- Vit takka honum hjartaliga fyri tíðina, hann hevur undirvíst og fyri alt tað góða, hann hevur lagt í børnini í skúlanum.

 

Sverra Kass verður ynskt blíðan byr víðari á lívsleiðini.

 

 

 

Myndina eigur Stranda skúli.