Sverri kappast um eina løtu

Føroyski Sverri Sandberg Nielsen fer klokkan 15.55 at kappast í hálvfinaluni í HM í rógving

Tað verður klokkan 15.55, at Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági fer at kappast í hálvfinaluni í HM í rógving, sum í hesum døgum er í Florida.

Fyrri riðilin rør klokkan 15.45, og seinni riðilin, har Sverri S. Nielsen er ein av seks luttakarum, kappast klokkan 15.55.

 

Tað eru seks luttakarar í hvørjum riðlinum, og tríggir teir bestu kvalifisera seg at rógva í finaluni, sum verður sunnudagin.

Sverri S. Nielsen fer at rógva á geil seks. Hinir luttakararnir eru úr Serbia, Kroatia, Russlandi, Týsklandi og Bretlandi.