Sverri er sonur Margrethu Hvidfeldt. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1967, og fyrsta árið eftir hetta undirvísti hann á Tórshavnar Kommunnuskúla. Árið eftir fór hann í starv á venjingarskúlanum, har hann hevur verið síðani.
Tað man tó vera einamest frá ítróttini, at Sverri er landskendur. Bæði sum fótbóltsleikari í HB, og kanska serliga sum hondbóltsleikari í Kyndli taldist hann í drúgt áramál millum bestu leikararnar í landinum. Serliga var tað tekniski førleikin, sum var í hásætinum, og heilt fram til 1987 var hann eisini partur av besta mansliðnum hjá Kyndli.
Sverri er giftur Vemu, f. Jacobsen úr Tórshavn, og saman eiga tey børnini Súna og Eyðgerð.