Við einum sterkum finalusprinti hevur Sverri Nielsen tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í einkult scullara. Føroyingurin gjørdist nummar tvey í fjórðingsfinaluriðlinum, har teir tríggir fremstu komu víðari.
30 ára gamli Nielsen var leingi á triðja plássi, áðrenn hann trekti frá kappingarneytanum á teimum seinastu 500 metrunum og enntá yvirhálaði rógvaran á øðrum plássi.
Hálvfinalurnar verða hósmorgunin.
500 m: Sverri Nielsen er á triðja plássi. Nýsælendingurin MacKintosh er á odda framman fyri Berriolo.
1000 m: Sverri Nielsen er í hørðum stríði við Ferreira um triðja plássið. MacKintosh og Berriolo eru væl frammanfyri.
1500 m: Sverri Nielsen hevur eitt sekund niður á brasilska rógvaran. Hann røkkur næstan ikki teimum báðum fremstu. MacKintosh er heilt framúr.
Mál: Sverri Nielsen er klárur til hálvfinalurnar! Hann flytur frá Ferreira og hann megnar faktiskt at yvirhála Berriolo. Sverri Sandberg Nielsen kemur á mál sum nummar tvey.