Sverre fer nú undir sína 50. vetrarhálvu sum borðtennisspælari, og í hesum sambandi hevur Borðtennissamband Føroya gjørt av at heiðra Sverra við at gera hann til heiðurslim í BTSF.
Sverre hevur umframt sína borðtennisíðkan eisini í mong ár myndað nevndina í Tvøroyrar Borðtennisfelag, eins og hann í meira enn eitt mannaminni hevur verið stjórnarlimur í Ítróttarsambandinum, har hann nú í fleiri ár hevur verið næstformaður.
Á myndini síggjast Leo Poulsen, formaður í Borðtennissambandinum, Sverre Midjord, heiðurslimur, og George Niclasen, sum er næstformaður í BTSF.