Galleri NB hevur seinastu mongu árini samstarvað við Kára Svensson um fleiri framsýningar, og hetta fram til 25. januar heiðrar gallaríið listamanninum, sum verður 60 ár tann 28. januar.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at Kári sýnir fram fleiri nýggj verk á framsýningini, og at hesi sjónliga vísa menningina, sum Kári framvegis er í. Eisini er ein oljukrittekning, sum Kári einans níggju ára gamal teknaði til mammu sína, við á framsýningini.