Svenskur verjuleikari nærkast United

Tað er líkt til at Manchester United fer at keypa svenskan verjuleikara

22 ára gamli svenski verjuleikarin, Victor Lindelof, sum dagliga spælir fyri Benfica í Portugal, skiftir helst í næstum til enska stórfelagið, Manchester United.

 

Tað skriva í øllum førum fleiri miðlar í dag.

 

Sum skilst nærkast ein handil millum Benfica og Manchester United, har Manchester United rindar gott og væl 335 milliónir krónur fyri svenska verjuleikaran.

 

Gongur handilin ígjøgnum, verður Victor Lindelof sostatt dýrasti leikari sum Benfica nakrantíð hevur selt. Hann fer tá uppum leikarar sum Angel di Maria, Nemanja Matic, Renato Sanches, David Luiz og Axel Witsel, sum allir í dag eru heimsstjørnur.

 

Væntandi fer skiftið fram fyrst í januar mánað.