B36 hevur skrivað undir sáttmála við svenska Vilmer J. Rönnberg. Hann flytur í Gundadal úr Varbergs BoIS, sum spældi í bestu svensku deildini í fjør. Vilmer J. Rönnberg verður 22 ár í næstum. Hann er ein kvikur vinstrabeintur miðverji, sum er sterkur í nærdystum og góður við bóltinum, verður sagt úr B36.
- Rönnberg vaks upp í Hammerby, men flutti undan kappingarbyrjan í fjør til Varbergs BoIS, har hann var skrásettur fyri 13 landskappingardystir í fjør. Avtalan er galdandi fyri 2024, skrivar B36.
Vilmer J. Rönnberg er annar verjuspælarin, sum í vetur er knýttur at hópinum. Norski Thomas Rømo Lilo skrivaði undir sáttmála fyrr í januar.