Svenskur málmur frá Mammuth

Mammuth er svenskur bólkur, ið hevur eini 7 ár á baki. Bólkurin hevur hesi árini givið útgávur út og hevur ferðast nógv, og ber orð fyri at vera góður á palli, so her er eftir øllum at døma nakað at gleða seg til hjá Fjarðafestival gestum

Tey, sum leita sær á Fjarðafestival, fáa eitt tyssi av væl blandaðum tónleiki. Eisini tann harðara síðan av tónleikinum er umboðað og her kemur sevnski bólkurin Mammuth inn í myndina.

Bólkurin hevur nakrar útgávur á baki. Tey sjey árini, bólkurin hevur spælt saman, hevur bólkurin vunnið sær drúgvar royndir á palli, og sæst og hoyrist hetta aftur, tá Mammuth framførur.

Umframt, at talan er um harðan rock, helst tað, ið summi kalla tungmálm, so er eisini framførslan í tráð við hetta slag av tónleiki.


Svenskur málmur

Sviar eru kendir fyri at eiga jarnmálm, ið er av hægstu góðsku. Hetta sæst aftur í Saab og Volvo bilum og stálknívum, ið nærum vara í allar ævir.

Hetta er eisini í tráð við tað, sum Mammuth frá Ørebro í Svøríki borga fyri. Hetta er málmur av tungaslagnum, men við góðsku. Hóast talan er um harðan tónleik, so verða góðu og melodiøsu linjurnar ongantíð gloymdar.

Nógva ferðingin hevur eisini givið bólkinum drúgvar royndir, sum hoyrast aftur, og er bólkurin væl samanspældur. Àrið í ár er árið, har bólkurin er spáddur at verða evnið í túnatosinum millum manna, tí veruliga gjøgnumbrotið er ikki langt burtur, sigst.

Hetta merkir tó ikki, at bólkurin ikki er kendur frammanundan, tó bólkurin hevur úr at gera, tí bólkurin er kendur gestur á festivalum í Europa.

Ein konsert við Mammuth sigst vera ein avbjóðandi uppliving, ið lættliga kann blása lurtaran upp koll, um lurtarin ikki er til reiðar, men óivað eru gestirnir á Fjarðafestivalinum fólk við báðum beinum á jørðini, og tessvegna til reiðar at taka ímóti tungu drongjunum úr Svøríki.