Svenski hondbóltslandsliðsvenjarin Pontus Ward Wiklund misti metingarevnini, tá hann skemtaði við at hava eina bumbu í taskuni í Københavns Lufthavn í gjár.
Tað greiðir landsliðsvenjarin hjá U-18-kvinnuliðinum í hondbólti sjálvur frá á heimasíðuni hjá hondbóltsfelagnum Önnereds í dag.
Bumbu-skemtið førdi til, at Terminalur 2 í Københavns Lufthavn máti evakuerast og avbyrgjast í umleið ein tíma fyrrapartin í gjár.
– Eg misti púrasta metingarevnini eina løtu og skemtaði við nøkrum, sum vit ikki eiga at skemta við, serliga ikki á slíkum stað.
– Eg biði um umbering mótvegis landsliði mínum, felagnum, starvsfólkunum í lufthavnini og øðrum fólkum, sum eru ávirkað av hesum, sigur Pontus Ward Wiklund við heimasíðuna.
Hann var og ferðast við Y-18 kvinnulandsliðnum, sum var á veg til Montenegro, tá hendingin fór fram.·
Pontus Ward Wiklund varð afturhildin av løgregluni, sum avhoyrdi hann, áðrenn hann seinni í gjár varð leyslatin, skrivar Önnered.
– Eg havi fatað álvaran í málinum, og hvussu idiotiskt eg havi borið met at. Eg eri eisini til reiðari at taka eina revsing, læra av hesum og so koma víðari í lívinum, sigur landsliðsvenjarin.
Ward Wiklund fekk fyri kortum uppgávuna sum høvuðsvenjari hjá Önnered. Felagið skrivar, at tey enn hava álit á honum.
Hinvegin sleppur hann ikki at fylgja U-18 landsliðinum til HM, tá annar venjari er settur í hansara stað eftir hendingina fríggjadagin.
Klokkan umleið 9:20 fekk løgreglan boðini um, at ein maður hevði sagt við starvsfólkini við ein disk, har tey kekka inn, at hann hevði eina bumbu í taskuni, tá hann varð spurdur, hvat var í taskuni.
Løgreglan segði í hesum sambandi, at talan var um ein 29 ára gamlan svenskan ríkisborgara, su var á flogvøllinum við einum ítróttarliði, sum hann var venjari hjá.
Løgreglan gjørdi harumframt vart við, at tú ikki skalt skemta við bumbum á einum flogvølli.
/ritzau/