Svenskt kjarnorkuverk til sølu

Svenska orkufelagið Vattenfall hevur gjørt av at selja kjarnorkuverkið Narviken, sum var tað fyrsta stóra kjarnorkuverkið í Svøríki.

Verkið, sum var klárt at taka í nýtslu í 1968, bleiv bygt við einum tungvatnsreaktori, og ætlanin var, at tað skuldi loysa trupulleikarnar við tí skjótt veksandi eftirspurninginum eftir elorku, sum tá var. Men tekniskir trupulleikar og nútímans reaktorar til lættvatn gjørdu, at reaktorurin í Marviken bleiv sløktur. Seinni varð verkið umbygt til eitt oljuverk, men líka til 2010 bleiv tað ongantíð brúkt sum annað enn sum tiltaksverk.

Nú hevur Vattenfall gjørt av at selja Narviken-verkið. Sambært blaðnum Dagens Industri kann tað vera eitt hugskot at umbyggja verkið til eitt hotell.