Í Svøríki hava myndugleikarnir gjørt av at lata ein av reaktorunum á kjarnorkuverkinum Oskarshamn aftur, tí verkið hevur ikki hildið trygdarkrøvini hjá myndugleikunum.
Oskarshamn-verkið (myndin) er við Eystrasalt einar 300 kilometrar sunnan fyri Stockholm. Verkið hevur tríggjar reaktorar, og kjarnorkumyndugleikarnir siga, at eftirlitið og viðlíkahaldið við dieselgeneratorinum og gassturbinunum til ein av reaktorunum hevur ikki verið nøktandi. Sambært svensku fjølmiðlunum skuldi generatorurin til vanligt eftirlit í fjør, men tað bleiv ikki gjørt.
Generatorurin hevur stóran týdning, tí í einari kreppustøðu skal hann brúkast til at køla reaktorin við vatni, skrivar svenska tíðindastovan TT úr Stockholm.










