Eitt svenskt jagaraflogfar av slagnum, Jas Gripen, er í dag sent á veingirnar.
Uppgávan er at fylgja við einum russiskum kavbáti í Kattegat.
Tað upplýsir svenska verjan í kvøld.
- Saman við okkara sameindu fylgja vit ferðini hjá kavbátinum inn í Eystursjógvin.
Soleiðis skrivar svenska verjan í tíðindaskrivi, sum er almannakunngjørt í kvøld.
Í tíðindaskrivinum leggur svenska verjan dent á, at talan er um eina sonevnda rutinuuppgávu.











