Nú setir Iran hart ímóti hørðum í samráðingum

Iranska samráðingarnevndin hevur nøkur krøv, áðrenn samráðingarnar við USA í Islamabad um frið yvirhøvur kunnu byrja

Forsetin í iranska tjóðartinginum, Mohammed Bagher Qalibaf, er á odda fyri iransku samráðingarnevndini

Ein iransk samráðingarnevnd er nú komin tll høvuðsstaðin í Pakistan, Islamabad, til samráðingar um frið í Miðeystri.

 

Sagt verður, at iranska samráðingarnevndin hevur nøkur krøv, áðrenn samráðingarnar við USA um frið yvirhøvur kunnu byrja.

 

Eitt av krøvunum sigst vera, at vápnahvíld verður í Libanon, har Ísrael dúgliga hevur bumbað seinastu dagarnar.

 

Iran vil eisini hava, at USA gongur við til at niðurfryst virðir hjá Iran verða leysgivin, áðrenn friðarsamráðingarnar kunnu byrja.

 

Sambært tveimum pakistanskum Reuters-keldum lendi iranska samráðingarnevndin á Nur Khan-støðini í Islamabad. 

 

Almennir tíðindamiðlar í Iran skriva, at tað er tjóðartingsforsetin í Iran, Mohammed Bagher Qalibaf, sum stendur á odda fyri iransku samráðingarnevndini.

 

Við í iransku sendinevndini eru eisini uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, miðbankastjórin, Abdolnasser Hemmati, og fleiri limir iranska tjóðartinginum. 

 

Iranski tjóðartingsforsetin segði í dag, at tvey av tingunum, sum liggja frammarlaga hjá Iran, er vápnahvíld í Libanon, og at frystar iranskar ognir í útlandinum verða leysgivnar.

 

- Hetta er tvey av málunum, sum skulu avgreiðast, áðrenn samráðingarnar kunnu byrja, skrivaði tjóðartingsforsetin í Iran á X, fyrrverandi Twitter, í dag.

 

Leggjast kann aftrat, at Iran hevur fleiri krøv til USA í samráðingunum, sum nú verða í Islamabad um frið í Miðeystri.

 

 

 

 

 

Forsetin í iranska tjóðartinginum, Mohammed Bagher Qalibaf, er á odda fyri iransku samráðingarnevndini