Svenskir tokførarar í kjóla

Í góðveðrinum í Stockholm hevur í vikuni verið so heitt, at ikki færri enn 13 mannfólk, sum arbeiða í tokunum á Roslagsbreytini í Stockholm, eru møtt til arbeiðis í kjóla.

Orsøkin er fyrst og fremst, at arbeiðsgevarin, Arriva, hevur sett starvsfólkunum forboð ímóti at møta til arbeiðis í stuttubuksum.

– Tað sigur seg sjálvt, at fólk gløða við, tá tey síggja okkum í kjóla á perrongini, men tað fær ikki verið øðrvísi, sigur tokførarin, Martin Åkersten.

Samskiftisstjórin hjá Arriva, Thomas Hedenius, heldur eisini at tað er í fínasta lagi, at menninir møta til arbeiðis í kjóla: – At tala at, vildi verið at gjørt mismun, sigur hann.

Kvinnurnar á myndini starvast hjá Arriva og eru ikki í kjóla, men tað hevði neyvan vakt stórvegis ans, um tær vóru tað. Øðrvísi er við monnunum.