Svensku miðlarnir Aftonbladet og Expressen almannakunngera navn og mynd av mistonkta gerningsmanninum.
Sambært fjølmiðlunum er umrøddi persónur 35 ára gamli Rickard Andersson.
Motivið hjá honum fyri skúlaskjótingini er enn ókent. Svenska løgreglan hevur áður víst aftur, at maðurin var kendur av løgregluni.
Sambært Aftonbladet var illgruni um, at gerningsmaðurin sjálvur var innskrivaður á kommunala vaksnamannaútbúgvingardepilin, har skottilburðin fór fram.
Ein fyrrverandi floksfelagi sigur, at hann longu í fólkaskúlanum hevði eitt slag av "sosialari fobi".
- Hann gavst at tosa áðrenn miðnám, sigur fyrrverandi floksfelagin við Expressen, og greiðir frá, at hann ofta gekk við hettu togað upp yvir høvdið og hondini framman fyri munnin.
Ein avvarðandi hjá Andersson sigur eisini við Expressen, at hann minnist hann sum eitt "vanligt barn", men at hann "hevði næstan ongar vinir" og "ikki hevði tað gott sálarliga".
Sambært fjølmiðlunum varð íbúðin hjá Andersson í Örebro avbyrgd mikudagin, og eitt vindeyga við útsýni út á svalan varð brotið.
/Ritzau/