Svenskir hermenn skutu sínar egnu

Tað vóru eftir øllum at døma svenskir hermenn, sum skutu, tá tveir svenskir heryvirmenn fullu í Afghanistan fyri einum ári síðani. Ein afghanskur tulkur doyði eisini í tilburðinum, sum var í býnum Gor Tepa tann 7. februar í fjør.

Svenska herleiðslan og NATO-leiðslan í Afghanistan hava hildið uppá, at teir báðir svensku yvirmenninir og tulkur teirra fullu fyri kúlum frá einum afghonskum uppreistrarmanni. Men svenska sjónvarpið TV4 avdúkaði í gjárkvøldið, at kanningar av líkunum góvu eina greiða ábending um, at tað vóru ikki kúlur frá russiskum váðnum, sum uppreistrarmenninir í Afghanistan brúka, sum raktu teir báðar svensku hermenninar og tulk teirra. Talan var um minni kúlur av júst tí slagnum, sum svenski herurin brúkar.

Sambært TV4 vil svenska herleiðslan ikki gera viðmerkingar til tíðindini.