Svenskir fornfrøðingar funnið tvey herskip frá 1600 talinum

Eitt av krígsskipunum kann vera systurskip hjá kenda svenska herskipinum »Vasa«.

Fornfrøðingar og søgufólk halda, at annað av skipunum er eitt av trimum systurskipum hjá kenda svenska herskipinum »Vasa«.

– Málini passa, sigur Jim Hansson, fornfrøðingur.

##med2##

Granskarar hava miðsavnað kavingina til eitt økið uttan fyri Vaxholm, har tey vita, at fleiri skip vórðu søkt til tess at verja Stokkhólm ímóti fíggindum.

Kavingarnar fóru fram í tríggjar dagar og endaðu í gjár.

Tað sigur havfornfrøðingurin, sum helt tíðindafund um hendingina í Stokkhólmi í dag.

– Brádliga komu vit fram á ein stóran vegg av svørtum eikitræ, sum var einar fimm ella seks metrar høgur frá havbotninum, sigur Jim Hansson.

##med3##

Eins og tað fyrsta skipið vórðu funnar restir av einum skipi frá 1600 talinum. Hetta arið er um gjørligt størri.

Støddirnar á førunum fáa granskarar at halda, at skipið er systurskip til skipið »Vasa« – eitt av teimum størstu og fínastu skipunum í svenska flotanum.

Umframt »Vasa« vóru eisini skipini »Äpplet« bygt í 1629, »Kronan« í 1632 og »Scepter« í 1636.

Granskarar undrast á, at skipini ikki eru áður eru funnin. Nógv hava leingi vitað, at skip vóru søkt við Vaxholm.

##med4##

Til eru enntá skjøl, sum vísa, at tey løgdu tilrættis soleiðis, at annað skipið kom at liggja oman á hinum á havbotninum.

EIn havfornfrøðingur vísir á, at økið er trupult at kava í, og at har er streymur. Harumframt hevur verið forboð ímóti at kava í økinum í langa tíð.

Nú skulu kanningar gerast av vrakunum, soleiðis at prógvast kann, um talan er um nevndu skip.

– Granskarar vilja millum annað kanna árringarnar í trænum, sigur Jim Hansson.

Tað var svenski kongurin Gustav II Adolf, sum bíliegði skipið, sum varð bygt í Stokkhólmi í 1626-28.

##med5##

Tað var bygt til tess at vera virðingarmesta skip í heiminum, men sakk eftir fáa minuttir á jomfrúferðini í august í 1628.

»Vasa« var lyft av botni í apríl í 1961 eftir 333 á ár á botninum uttan fyri havnina í Stokkhólmi. Síðani varð tað restaurerað áðrenn Vasasavnið lat upp.

 

/ritzau/TT