Svenski landsliðsvenjarin, Janne Andersson, var í øðini, tá dómarin bríkslaði av í dystinum móti Týsklandi. Hann sigur við svenskar miðlar, at fleiri umboð týska bonkinum vístu ósportligan atburð.
- Tá dómarin bríkslar dystin av eru tað nakrir týskir leiðarar, sum vísa vánaligan ítróttaranda við at niðurgera okkum við teknum og øðrum. Tað eigur tú ikki at gera, sigur Janne Andersson.
Svøriki var á veg at senda Týskland úr HM, tá teir í fyrra hálvleiki løgdu seg á odda. Týskland javnaði, men fekk síðani miðverjan, Jerome Boateng, útvístan. Við javnleiki var Svøriki í góðari støðu, eftir at hava vunnið á Suðurkorea í fyrsta dystinum, meðan týskarnir høvdu verið kroystir, tí teir taptu fyri Meksiko.
Tí kom tað væl við, at Toni Kroos við frálíkum frísparki í evstu løtu tryggjaði Týsklandi sigurin. Helst vóru nógvar kenslur íblandaðar, tá dómarin bríkslaði av og Janne Andersson bleiv í øðini.
Týskland – Svøríki 2-1 (0-1)
0-1: Ola Toivonen, 32.
1-1: Marco Reus, 48.
2-1: Toni Kroos, 90+.
Støðan í bólkinum:
1. Meksiko 6 (stig)
2. Týskland 3
3. Svøriki 3
4. Suðurkorea 0










