Svensk fløgg veittra á hálvari stong í Stokkhólmi í dag eftir deyðiliga skottilburðin í gjár, har 11 fólk lótu lív. - Mynd: 10030 Jonas Ekstromer/Ritzau Scanpix

Svøríki flaggar á hálvari stong í dag

Svøríki er í sorg, skrivar svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, sum mælir til at flagga á hálvari stong

Svensk fløgg veittra á hálvari stong í Stokkhólmi í dag eftir deyðiliga skottilburðin í gjár, har 11 fólk lótu lív. - Mynd: 10030 Jonas Ekstromer/Ritzau Scanpix

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, mælir í tíðindaskrivi til, at flaggað verður á hálvari stong í Svøríki í dag.

Tað skrivar SVT.

- Í dag flagga fløgg okkara á hálvari stong, nú alt Svøríki kemur saman at stuðla teimum raktu - og í sorg yvir tað, sum er hent, sigur forsætisráðharrin í tíðindaskrivinum.

Bæði stjórnin, Riksdagurin í Svøríki og kongshúsini fara at flagga við fløggum á hálvari stong í dag, skrivar SVT.

Í minsta lagi 11 fólk doyðu og fleiri fingu skaða í einum skottilburði í einum skúla í Örebro í Svøríki týsdagin.

Støðan hjá teimum seks sjúklingunum, sum eru innlagdir eftir deyðiliga skottilburðin, er støðug, men álvarslig frá mikumorgunin.

Nógvir spurningar eru ósvaraðir eftir skottilburðin.

Motivið aftanfyri skottilburðin er ikki kent enn. Í løtuni er eingin illgruni um, at talan er um yvirgangsatsókn, upplýsir løgreglan.

Tað er heldur einki, sum bendir á, at illgruni er um, at gerningsmaðurin handlaði av hugmyndafrøðiligum motivum.

Samleikin hjá illgrunasama gerningsmanninum er heldur ikki kendur. Tað er heldur ikki greitt, um hann hevði samband við skúlan og um so er, hvat tað var.

Ein maður umleið 35 ára gamal er eyðmerktur sum gerningsmaðurin og skal sambært svenskum miðlum hava skotið seg sjálvan aftaná.

Sambært SVT brúkti gerningsmaðurin, at hann hevði framt eitt veiðivápn, sum hann eftir øllum at døma hevði loyvi til. Sambært Aftonbladet skeyt hann við sjálvvirkandi vápni.

Mistonkti gerningsmannurin er ikki áður kendur hjá løgregluni. Viðkomandi verður ikki hildin at hava sambond við brotsmannalið.

Tað var umleið klokkan 12:30 í gjár, at svenska løgreglan fekk fráboðan um skottilburð á vaksnamanna- og ungdómsskúlanum Campus Risbergska í Örebro, umleið 200 kilometrar vestan fyri Stockholm.

 

/Ritzau/

 

Svensk fløgg veittra á hálvari stong í Stokkhólmi í dag eftir deyðiliga skottilburðin í gjár, har 11 fólk lótu lív. - Mynd: 10030 Jonas Ekstromer/Ritzau Scanpix