So tykist tað vera greitt, hvør tað verður, sum fer at loysa Heðin Askham av sum venjari hjá 07 Vestur.
Heðin Askham gavst síðsta leygardag. Síðsti dysturin var fjórðingsfinalan í kappingini um løgmanssteypið í Runavík, tá ið NSÍ vann 3-0. Heðin Askham gjørdi sjálvur av at gevast.
Tað hevur ljóðað, at 07 Vestur hevur leitað eftir nýggjum venjara í Íslandi.
Tíðindini eru ikki váttað, men væl vitandi keldur í Vágum siga, at tað verður ein svenskari, sum verður venjari hjá 07 Vestur.
Talan er um 46 ára gamla Magnus Powel. Sambært upplýsingum í Vágum kemur nýggi venjarin til Føroya mikudagin.
Magnus Powel hevur seinastu fleiri enn tíggju árini verið venjari í Noregi. Frá 2015 og til 2017 var hann venjari í Levanger, og í 2018 varð hann høvuðsvenjari í Sandefjord. Síðani var hann aftur í Levanger, har hann gavst, tá ið koronan fór at arga norskan fótbólt og eisini Magnus Powel, sum nú er ógvuliga spentur at fara undir nýggju avbjóðingina í Vágum. Setningurin er, at 07 Vestur skal halda tørn um plássið í bestu deildini, sum felagið vann sær í fjør.
Í síni tíð var Magnus Powel álopsspælari. Hann spældi m. a. í fýra ár í Helsingborg IF, har hann í 1999 var við til at vinna meistaraheitið.
Næsti dystur hjá 07 Vestur verður leygardagin 12. juni, tá ið ÍF verður gestur á Dungasandi.
Kl. 22.45
07 Vestur boðar nú frá á heimasíðu síni, at Magnus Powel er nýggjur venjari.