Svensku mótstøðuliðini, sum NSÍ og EB/Streymur spæla ímóti í annaðkvøld, eru ávikavist Gefle IF og Kalmar FF. Mótstøðuliðið hjá NSÍ gjørdist nummar 10 í fjør, men slapp við í Europa League, tí Svøríki var eitt av trimum londum, sum fekk eitt eyka Fair Play-pláss frá UEFA, og Gefle IF fekk plássið, tí liðið fekk fægst gul og reyð kort í fjør. Kalmar FF gjørdist hinvegin nummar fýra í fjør og fekk tí uttasta europeiska atgongumerki hjá svenskum fótbólti.
Í bestu svensku deildini, Allsvenskan, er Kalmar FF í løtuni á sætta plássi við 19 stigum, meðan Gefle IF er nummar 11 við 16 stigum. Tilsamans 16 lið eru í deildini, og oddaliðið, Helsingborgs IF, hevur 35 stig.
Júst nú er steðgur í svensku landskappingini, har síðstu dystirnir blivu spældir hálvan mai, og teir næstu verða ikki aftur fyrr enn hálvan juli. Men um vikuskiftið spældu bæði Gefle IF og Kalmar FF áttadapartsfinalur í svensku steypakappingini. Bæði vunnu sínar dystir og tí verða tað júst hesi bæði, sum møtast í fjórðingsfinaluni.










