Svenska løgreglan ávarar um hondgranatir

Svenska løgreglan hevur sent út ávaringar, eftir at ein 60 ára gamal maður doyði sunnudagin, tá hann tók upp eina hondgranat, sum lá á vegnum.

 

Fyrr eru hondgranatir funnar bæði í Umeå og Malmø, og hetta hevur nú fingið løgregluna at senda út ávaringar:

 

– Latið granatirnar liggja og ringið heldur eftir løgregluni, eru greiðu boðini.

 

Tað skrivar svenska tíðindastovan TT.

 

Sambært stjóranum á bumbueindini hjá svensku løgregluni, Bertil Olofsson, kundi vanlukkan sunnudagin verið hvar sum helst í Svøríki.

 

Sambært Bertil Olofsson eru funnar hondgranatir í Umeå og í Malmø, og tað fær Bertil Olofsson at leggja dent á vandan við at nerta við potentiellar eksplosivar lutir.

 

– Sjálvt um tað bara liggur har, so mæla vit fólki til avgjørt ikki at gera nakað, sum tey misteinkja fyri at vera vandamikið. Ringið heldur til løgregluna einaferð ov ofta, sigur hann sambært TT.

 

TT endurgevur eisini svensku løgregluna fyri, at hondgranatir eru vorðnar meira vanligar í kriminellum umhvørvum í Svøríki. Løgreglan óttast, at dubbingin kann fara at ganga út yvir ósek menniskju.

 

/ritzau/