Svenska landsliðið hevur lítla undirtøku

Ein metingskanning í svenska blaðnum Expressen vísir, at 40% meta, at Svøríki fer at tapa tann seinasta heimadystin í EM-undankappingini. Svøríki skal leika ímóti Lettlandi mikukvøldið. Fær Svøríki javnleik eru teir vísir í, at teir koma víðari til EM-endaspælið í Sveis og Eysturríki. Um Svøríki tapir, so mugu teir seta sína lít til, at Spania ikki tapir ímóti Norðurírlandi á Kanarisku Oyggjunum. Norðurírland hevur ikki vunnið á spanskari jørð síðani HM í 1982. So tað skal ganga illa, um svenskarar ikki vinna seg víðari til EM-endaspælið. Men tað er langt frá útselt til spennandi lagnudystin á Råsunda leikvøllinum í Stokkhólmi. Svenski fótbóltsalmenningurin er misnøgdur við, at Svøríki var niðurspælt av Spania á Bernabeu leikvøllinum í Madrid, tá Spania vann ein sera tryggan 3-0 sigur. Svenskarar er heldur ikki nøgdir við, at landsliðið bert hevur fingið tveir javnleikir í tveimum teimum seinastu heimadystunum. Serliga eru fólk misnøgd við 1-1 javnleikin ímóti Norðurírlandi, tá Svøríki í roynd og veru kundi avgjørt bólkaspælið. Anders Svensson sigur, at teir á landsliðnum undirmeta ikki Lettland. Tað ger svenski fótbóltsalmenningurin so heldur ikki!