Svenska kringvarpið tók frástøðu frá Svøríkisdemokratunum

Jimmie Åkesson segði, at tilflytarar ikki passaðu inn í Svøríki

Valið í Svøríki hevur seinastu dagarnar koyrt uppá sítt heitasta, og eitt av størstu evnunum til valið er tilflytarar.

 

Ein orðing frá formanninum í tilflytarakritiska flokkinum, Sverigedemokraterna, Jimmie Åkesson, hevur skapt nógva øsing í Svøríki og Danmark. Í einum kjakfundi í svenska kringvarpinum, SVT, segði Åkesson, at tilflytarar ikki eru sviar og ikki passa inn har.

 

Hetta var tað, Jimmie Åkesson segði:

 

- Tað er tí, tey ikki eru sviar. Tey passa ikki inn í Svøríki. So sigur tað seg sjálvt, at tað er ringt at fáa eitt arbeiði. Mann má lúka fyritreytunum fyri at verða svenskur.

 

Les eisini: Spennandi val í Svøríki í dag

 

Hetta fekk SVT at taka frástøðu frá úttalilsinum hjá Jimmie Åkesson, og hendan frástøðan fekk uppaftur meira uppmerksemi. Tí tað er sambært Sverigedemokraterna ikki uppgávan hjá almenna kringvarpinum, SVT, at taka støðu til nakað politiskt mál, og sjónvarpsrásin eigur at vera uttanveltað. Tí boykottaði flokkurin sjónvarpsstøðina í gjár og vildi ikki luttaka í sendingum hjá SVT. 

 

SVT verturin segði soleiðis:

 

- Orðingin hjá Jimmie Åkesson var groft generaliserandi. SVT tekur frástøðu frá hesum.

 

videobrot av útsøgnini her og ger tína egnu meting, um hetta var í lagi ella ikki.