Svenning fekk silvurmerki

Reiðmaðurin Svenning Reinert fekk í gjár silvurmerki frá ÍSF


Tað var hátíðardámur á ríðibreytini í gjár, tá ið forsetin í Ítróttarsambandinum, Petur Elias Petersen, gav Svenningi Reinert silvurmerki frá ÍSF.

Petur Elias Petersen segði nøkur orð og heiðraði Svenning fyri hansara drúgva tíðarskeið innan kappríðing í Føroyu.

Kappríðingin hjá Svenningi hesa ólavsøkuna var hansara 65 ára hald, og tað mann líkjast einum føroyskum meti fyri eitt virkið ítróttarfólk.

Svenning er fyrsti reiðmaður í Føroyum, ið fær hetta heiðurstekn frá ÍSF.

(Mynd: Brandur í Dali)