Svenning er eiðismaður sum hevur búð í Havn síðan miðskeiðis í 50-unum. Hann er útbúgvin prentari og hevur seinastu meira enn 30 árini virkað sum evangelistur í brøðrasamkomunum í Føroyum. Hann hevur eisini verið virkin í felagnum Sinnisbæti, har hann eisini hevur verið formaður, umframt at hann hevur givið fleiri bøkur og traktatir út.
Svenning er giftur Birgit, f. Restorff, úr Havn. Tey eiga synirnar Petur, Marner og Dan.
Føðingardagurin verður hildin í Ebenezer mikukvøldið 16. september. Byrjað verður kl.18.45 við eini almennari og fjølbroyttari sangløtu










