Svenn skal venja U-15 genturnar

Tað verður Svenn Olsen, ið skal vera landsliðsvenjari hjá U-15 landsliðnum hjá kvinnum

Komandi summar fara Føroyar fyri fyrstu ferð nakrantíð at luttaka við einum U15-landsliðið við gentum. Fyrsta avbjóðingin hjá liðnum verður Brøndby Cup í Danmark, sum verður á skránni um mánaðarskifti juli-august.

 

Í hesum sambandi hevur Fótbóltssamband Føroya gjørt avtalu við Svenn Olsen, um at vera høvuðsvenjari, meðan Pól Helgi Jacobsen verður hjálparvenjari hjá U15-gentunum.

 

Seinastu fimm árini hevur U15-landsliðið við dreingjum tikið lut í Brøndby Cup, men nú sleppa genturnar so eisini at royna seg í hesi kapping, har lið úr nærum øllum heiminum luttaka.