Svenn Olsen hevði lægsta boðið

Røktar-og Ellisheimið í Runavík verður nú útbygt, soleiðis at heimið kann hýsa 24 búfólkum aftrat. Timburarbeiðið við meira verður gjørt fyri slakar 17 miljónir krónur, um tikið verður av tilboðnum hjá gøtumanninum

Útbygging

Jørð-og betongarbeiði í samband við útbygging av Røktar-og Ellisheiminum í Runavík er í gongd, og í vikuni vórðu tilboðini uppá timburarbeiði við meira latin upp á Teknistovuni í Gøtu, sum saman við Sofusi Jacobsen hevur projekterað útbyggingina.

Svenn lægstur

Sjey tilboð komu uppá timburarbeiðið, og lægsta boðið átti Svenn Olsen, byggimeistari í Gøtu.
Tilboðið hjá gøtumanninum er uppá slakar 17 miljónir krónur, sum er einar 160.000 krónur lægri enn næstlægsta boðið.
Jørð-og betongarbeiðið er komið væl áleiðis, og ætlandi byrjar timburarbeiðið um hálvan mai. Byggitíðin er 13 mánaðir, soleiðis at nýggi parturin av Røktar-og Ellisheiminum kann standa klárur at taka í nýtslu um hálvan juni komandi ár.
Samlaða gólvvíddin í nýggju útbyggingini er út við 2.000 fermetrar stór, men ein partur av hesum er í tveimum hæddum.
Eysturoyar Røktar-og Ellisheim verður útbygt norður úr verandi bygningi.
Í tilboðnum uppá timburarbeiði, eru eisini undirveitarar, sum eitt nú skulu taka sær av tí, sum nú verður rópt hvs, t.v.s. hita, vatni og saniteti. Undirveitarar eru eisini teir, sum eitt nú taka sær av el-arbeiði, gólválegging og máling.

Ikki undirskrivað

Svenn Olsen, sum hevði lægsta tilboðið, sigur, at enn er einki undirskrivað, men sum skilst, ætla útbjóðararnir at taka upp samráðingar við teir, sum eiga tilboðini, í komandi viku.
- Eg havi hugt okkara tilboð ígjøgnum, síðan tað gjørdist greitt, at vit vóru lægstir, og eg dugi ikki at síggja, at vit ikki kunnu standa við tað, sum boðið er.
Svenn sigur, at hann í løtuni hevur 10 mans í arbeiði, men tað er
ikki óhugsandi, at neyðugt verður við nøkrum monnum aftrat, tá ið byggingin av røktar-og ellisheiminum er komin í gongd.
- Men, sum eg nevndi; enn er einki undirskrivað, sigur ein fegin, Svenn Olsen, sum hevði lægsta tilboðið.
Tá ið tilboðini vórðu latin upp á Teknistovuni í Gøtu, vóru allir teir, ið høvdu boðið uppá timburarbeiðið, hjástaddir.