Sama dag sum Svenn doyði, doyði eisini Heri bróðir, 22. apríl 2006. Meiningin var annars, at teir báðir skuldu koma í 70 ára føðingardag mín. Alt var gjørt klárt til eina hugnaliga veitslu, sum skuldi vera í húsum okkara á Tanganum á Tvøroyri, sum vit systkin eiga í felag.
Vit vistu nakrar dagar frammanundan, at illa stóð til hjá Svenn, og Guðbjørg ringdi til mín longu leygardagin 22. og segði at Svenn var farin fyrrpartin. Avgjørt var kortini at halda føðingardagin sum ætlað. Men dagin eftir, 23. apríl, komu deyðsboðini av Hera bróðir, og tá var allur hugur til nakra veitslu farin, og tískil var alt avlýst, og avriggað. Avboð send teimum innbodnu, og farið var aftur til Havnar sum av torvheiðum.
Hetta, sum eg her í stuttum havi sagt frá, er ikki annað enn dømi um nakrar keðiligar hendingar, sum øllum okkum er tillutað at uppliva meir ella minni, alt eftir hvussu stutt ella langt lívsskeiðið í hvørjum einstøkum føri er. Soleiðis eru treytirnar hjá okkum, so hvørt sum vit eldast. Eldri vit blíva, fella fleiri og fleiri frá, um vit vilja tað ella ikki. Men í hesum føri var tað ikki elli, ið boygdi Svenn. 65 ár er eingin høgur aldur, so hann var ikki orsøkin til, at hann mátti leggja árarnar inn longu nú, men henda herviliga sjúkan, krabbamein, sum í mongum føri vísir seg at vera so vónleys at fáa bilbugt við. Hon gjørdi enda á Svenn eftir einum góðum ári ella so.
Tað er so óveruligt, at Svenn ikki er ímillum okkum longur, tí hann var altíð ein so livandi persónur, sum við sínum dámliga og klóka verumáta og vakra smíli gjørdi vart við seg soleiðis, at okkum dámdu hann og lurtaðu eftir honum.
Svenn og eg hava kenst og vóru vinmenn meginpartin av lívinum. Vit høvdu so nógv saman av felags áhuga. Serliga hugnaðu vit okkum saman við friðarligum gitar- og mandolinspæli mangan best bara tveireinir heima hjá hvørjumøðrum - Evert Taube, Birgir Sjøberg - Sov på min arm------
Fyri einum fimm árum síðan kom hann uppí Ad Libitum við sínum gamla vælklingandi gittara, og har hava vit allir í hópinum havt mangar løtur, sum hóast alt eisini eru við til at geva lívinum eina fløvandi meining.
Vit í Ad Libitum sakna teg sáran, og koma at minnast teg við virðing.
Tankar okkara eru hjá tær Guðbjørg í tínari sorg um at hava mist tín elskaða mann, og hjá tykkum báðum Anniku og Eilif, sum hava mist tykkara elskaða pápa, og bíða saman við tykkum eftir, at sorgin hóast alt so við og við fer at lætta-----
Jesus verið hjá tykkum
Thomas Michael










